Vælkomin


Barnavinarligur bátur

Báturin “Viljin” er 43 fót til longdar, breiður og rúmligur, so gott pláss er umborð. Hartil er hann barnavinarligur og tryggur at ferðast við.

Ferðafólk kunnu bæði standa har frammi og har afturi, umframt uppi á stýrhúsinum, sum er sokallað “flybridge”. Gangast kann fram við stýrhúsinum í bæði borð.

Skuldi veðrið ikki verið til vildar eina løtu, er pláss fyri teimum flestu undir dekki. Eisini ber til í góðveðri at leggja stilt og dekka borð til eini 12-14 fólk.

Umborð eru eisini sjónvarp og dvd-spælari, so børnini altíð kunnu setast at hyggja at einum teknifilmi, um tey ikki hava hug at vera uppi á dekkinum alla tíðina.

Vit leggja stóran dent á, at vit altíð hava okkurt fólk við umborð, sum kann greiða teimum ferðandi frá tí, sum er at síggja á túrinum, umframt at svara spurningum.

Við í prísinum er matpakki, so ikki er neyðugt hjá fólki at taka nakað við umborð, vilja tey fáa mettuna ella stilla tostan, tí umborð hava vit alt tað, brúk er fyri.

Umframt túrar við ferðafólki, kann “Viljin” eisini leigast til aðrar túrar, so sum út á skip við einum eykaluti ella øðrum. Tað er bara at spyrja seg fyri, tí allir møguleikar eru opnir.