TúrarStórt úrval av túrum Viljin Tours kann bjóða ferðafólk allar møguligar túrar norðanfyri, og ber bæði til at koma við teir túrar, sum standa á skránni hjá okkum, umframt aðrar túrar.
Millum annað skipa vit fyri fiskitúrum, vanligum leigutúrum, føðingardegi á sjónum og øllum møguligum øðrum. Tað er bert at spyrja um tann túrin, ynski er um, so finna vit út av tí.
Regluliga fer “Viljin” túrar rundan um og kring Kalsoynna og Kunoynna, vit sigla til Risan og Kellingina, Stakkin í Tjørnuvík og annars aðrastaðni, alt eftir ynski.
Umráðandi er, at túrarnir verða bílagdir í góðari tíð, so vissa fæst fyri, at ynskti túrurin letur seg gera. Tí er altíð best at spyrja seg fyri nakað áðrenn.
Hevur ferðalagið hug til ein betri bita áðrenn ella eftir túr, skipa vit eisini fyri tí. Tá skal bíleggjast í góðari tíð, og vanliga siga vit, at bíleggingin skal verða gjørd í síðsta lagi tríggjar dagar frammanundan.
Undirmenu |