KunoyKunoy er í miðal hægsta oyggj í Føroyum, tí har eru ikki færri enn seks av teimum 10 hægstu fjøllunum í Føroyum, ið øll eru meiri enn 800 metrar høg.
Tvær bygdir eru á Kunoy, Kunoy og Haraldssund, og millum teirra er tunnil. Ein triðja bygd, Skarð, var eisini á oynni fyrr, men tá alt mannfólkið í bygdini fórst á sjónum tollaksmessudag í 1913, avtoftaðist bygdin so líðandi.
Siglandi er ikki allan vegin kring Kunoy, tí byrging er tvørtur um Haraldssund. Men framvið oynni er nógv áhugavert at síggja, og eisini hesin túrurin kann vera ein spennandi uppliving.
Kunoy hevur navn eftir einum drangi, Konan, ið stendur við norðurendan á oynni.
|